Einherjar eru stríðsfólkini í herunum hjá ásunum. Tey eru menn og kvinnur úr Miðgarði, sum eru deyð í stríði. Valkyrjurnar velja, hvør fær heiðurin at verða einherji. Tá tey koma til Ásgarð við valkyrjunum, livna tey uppaftur og gerast partur av herinum. Einherjarnir halda til í Valhøll, stóru borgini hjá Óðini, og hvønn dag stríðast einherjarnir á fløtuni, sum eitur Iðavøllur. Hvønn dag doyggja teir í stríði, og hvørt kvøld livna teir uppaftur. Einherjarnir eru nógvir í tali. Tað sigst, at Valhøll er so stór, at hon hevur 540 hurðar, og at 800 einherjar kunnu ganga inn um dyrnar lið um lið. Og hvønn dag gerast teir fleiri. Teir liva av mjøði úr júgrunum á geitini Heiðrún, og av svíninum, sum eitur Særímnir, sum verður slaktað og rísur upp aftur hvønn einasta dag.
Einherjar
Previous
Previous
Níðhøggur
Next
Next